YouVersion Logo
Search Icon

Ápostlasøgan 28

28
Góð móttøka á Maltu
1Og tá vit nú vóru bjargaðir, fingu vit at vita, at oyggin æt Malta. 2Og fólkið á oynni sýndi okkum serstakan mannakærleika; tí at tey kyndu bál og tóku sær av okkum øllum somlum, við tað at regn kom og kuldi var. 3Men tá ið Paulus hentaði saman eina rúgvu av turrum greinum og legði á bálið, skreið ein ormur út undan hitanum og beit seg fastan í hond hansara. 4Og tá ið oyarbúgvarnir sóu djórið hanga við hondina á honum, søgdu teir sín ámillum: «Óivað er hasin maðurin ein manndrápari, sum rættvísin ikki lovaði at liva, tó at hann er bjargaður av havinum.» 5Men hann risti djórið av sær í eldin og hevði einki mein av tí. 6Men teir væntaðu, at hann mundi fara at bólgna upp ella brádliga detta deyður niður. Men tá ið teir høvdu bíðað leingi eftir hesum, og sóu, at einki ilt hendi hann, skiftu teir um og søgdu hann vera ein gud. 7Men ikki langt frá hesum staði hevði hægsti maðurin á oynni, Publius at navni, ein garð. Hann tók móti okkum og veitti okkum vinsamliga gestablídni í tríggjar dagar. 8Og tað vildi so til, at faðir Publiusar lá sjúkur av hitasótt og blóðgangi. Paulus fór inn til hansara og helt bøn og legði hendurnar á hann og grøddi hann. 9Og tá ið hetta hevði tilborist, komu eisini hini á oynni, sum høvdu sjúkdómar, til hansara og vórðu grødd. 10Tey sýndu okkum eisini miklan heiður, og tá ið vit sigldu burtur haðan, bóru tey umborð tílíkt, sum okkum var tørvur á.
Teir koma til Róm
11Og tá ið tríggir mánaðir vóru lidnir, sigldu vit avstað haðan við einum skipi frá Aleksandriu, sum hevði ligið við oynna um veturin og hevði Tvíburðarbrøðurnar sum merki. 12Og vit løgdu at í Sýrakus og steðgaðu har í tríggjar dagar. 13Haðan sigldu vit longur fram og komu til Regium; og tá ið ein dagur var farin, fingu vit sunnanvind og komu dagin eftir til Puteoli. 14Har hittu vit brøður og vórðu bidnir um at steðga hjá teimum í sjey dagar. Og so fóru vit til Róm. 15Og haðan komu brøðurnir, tá ið teir høvdu fingið at frætta um okkum, til møtis við okkum líka til Appiusar Forum og Tres Tabernæ. Og tá ið Paulus sá teir, takkaði hann Guði og fekk dirvi. 16Og tá ið vit so vóru komnir inn í Róm, (flýddi høvuðsmaðurin høvdinganum fyri lívvaktini fangarnar; tó) fekk Paulus loyvi at búgva fyri seg sjálvan saman við tí hermanninum, sum helt vakt yvir honum.
Paulus prædikar fyri Jødum í Róm; hann verður hildin í varðhaldi í tvey ár
17Men tá ið tríggir dagar vóru lidnir, hendi tað, at hann kallaði saman hinar fremstu menninar millum Jødanna. Og tá ið teir vóru saman komnir, segði hann við teir: «Góðu menn og brøður; tó at eg einki havi gjørt móti fólki okkara, ella fedrasiðum okkara, eri eg frá Jerúsalem givin upp sum fangi í hendurnar á Rómverjum. 18Tá ið teir høvdu havt rannsókn um meg, vildu teir sleppa mær leysum, av tí at eingin deyðasøk fanst hjá mær. 19Men við tað at Jødarnir mæltu ímót, noyddist eg at skjóta mál mítt til keisarans; men ikki so at skilja, at eg hevði nakað at klaga fólk mítt fyri. 20Av hesi orsøk havi eg nú kallað tykkum higar fyri at síggja tykkum og tala við tykkum; tí fyri vónar Ísraels skuld liggi eg í hesi leinkju.» 21Men teir søgdu við hann: «Hvørki hava vit fingið bræv um teg úr Júdeu, og ei heldur er nakar av brøðrunum komin higar og hevur kunngjørt ella talað nakað ilt um teg. 22Men rætt tykir tað okkum, at vit fáa at hoyra av tær, hvat ið tær býr í huga; tí at um henda flokkin er okkum kunnigt, at hann allar staðir verður mótmæltur.» 23Tá ið teir so høvdu avrátt ein dag við hann, komu teir til hansara í herbergi hansara fleiri í tali, og fyri teimum greiddi hann og vitnaði um Guðs ríki og royndi at sannføra teir um Jesus bæði út av Móselógini og profetunum, frá tíðliga á morgni til kvølds. 24Og summir vórðu sannførdir av tí, sum talað var, men summir trúðu ikki. 25Og í ósemju sín ámillum fóru teir avstað, tá ið Paulus hevði sagt hetta eina orðið: «Beint talaði heilagi andin við Jesaja profeti til fedrar tykkara, 26tá ið hann segði: «Far til hetta fólkið og sig: Tit munnu hoyra og hoyra og ikki fata; og tit munnu síggja og síggja og ikki skilja. 27Tí at hjartað á hesum fólki er vorðið deyvt, og við oyrunum hoyra tey tungliga, og eygu síni hava tey latið aftur, til tess at tey ikki mega síggja við eygunum og hoyra við oyrunum og skilja við hjartanum og venda um, so at eg kundi fingið grøtt tey.» 28Vita skulu tit tí, at henda Guðs frelsa er send heidningunum; og hjá teimum skal hon eisini verða hoyrd.» 29[Og tá ið hann hevði sagt hetta, fóru Jødarnir avstað, og teir høvdu stórt orðstríð sín ámillum.] 30Og hann varð verandi tvey samfull ár í tí herberginum, sum hann hevði leigað sær, og tók ímót øllum teimum, sum komu inn til hansara; 31og hann boðaði um Guðs ríki og talaði um Harran Jesus Krist við øllum treystleika, uttan hindurs.

Currently Selected:

Ápostlasøgan 28: FB

Highlight

Share

Copy

None

Want to have your highlights saved across all your devices? Sign up or sign in

YouVersion uses cookies to personalize your experience. By using our website, you accept our use of cookies as described in our Privacy Policy