Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum tykkara og í yvirhúð holds tykkara, gjørdi hann livandi saman við honum, við tað at hann fyrigav okkum allar misgerðir okkara, og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.