Tess vegna hava vit, frá tí degi vit hoyrdu tað, ikki heldur hildið uppat at gera bøn fyri tykkum og biðja um, at tit mega verða fyltir við kunnleika um vilja hansara í øllum vísdómi og andligari skynsemi, so at tit hava eina slíka atferð, sum tað høvir fyri Harranum, honum til allan hugnað, við tað at tit bera ávøkst og vaksa í øllum góðum verki við kunnleikanum um Guð