Tí gav Guð teir upp í skammloysis girndir; tí at bæði konufólk teirra skiftu hin náttúrliga umgang um við hin ímóti náttúruni, og á sama hátt løgdu eisini mannfólkini av hin náttúrliga umgang við konufólk og brunnu í fýsni sínum hvør at øðrum, so at mannfólk gjørdu skemdargerð við mannfólki og fingu afturfyri á seg sjálvar tað viðurlag fyri villu sína, sum beint var. Og líkasum teir ikki hirdu um at hava kunnugleika um Guð, soleiðis gav Guð teir upp í eitt ringt huglyndi, so at teir gjørdu tað, sum ósømiligt er